text
stringlengths
1
888k
Men Ábimelek Jerubbáalsson fór til móðurbrøður sínar í Sikem og segði við teir og við alt ættarfólkið í húsi móðurfaðirs síns: «Setið henda spurning fram fyri allar íbúgvar Sikems: Hvat líkar tykkum betur, at sjeyti mans – allir synir Jerubbáals – valda tykkum, ella at ein maður valdar tykkum? Minnist væl til, at eg er...
Eftir Ábimelek reis upp Tóla Puason, Dódosonar, til at bjarga Ísrael. Hann var ættaður úr Issakar og búði í Sjámir á Efraims fjøllum. Og hann var dómari í Ísrael tjúgu og trý ár. Síðan andaðist hann og varð jarðaður í Sjámir. Eftir hann reis upp Jáir Gileaditi og var dómari í Ísrael í tjúgu og tvey ár. Hann átti tríati...
Jefta Gileaditi var mikil hetja; men hann var skøkjusonur. Gilead hevði gitið Jefta. Men eisini kona Gileads føddi honum synir; og tá ið teir vóru tilkomnir, róku teir Jefta burtur og søgdu við hann: «Ikki skalt tú fáa arv í ætt faðirs okkara, tí at tú ert sonur fremmanda konu.» Tá flýddi Jefta undan brøðrum sínum og s...
Síðan savnaðust Efraimitar og hildu norðureftir; og teir søgdu við Jefta: «Hví fórt tú í hernað móti Ammonitum og stevndi ikki okkum við tær til ferðar? Nú vilja vit seta eld á hús títt og brenna teg inni!» Men Jefta svaraði teimum: «Eg og menn mínir stóðu í hørðum stríði móti Ammonitum, tá bað eg um hjálp frá tykkum, ...
Men Ísraelsmenn hildu áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin teir upp í hendur Filista í fjøruti ár. Í Zóreu búði maður av Dáns ættargrein, Mánóa nevndur at navni; kona hansara var ein ófrukt og fekk einki barn. Nú birtist eingil Harrans fyri konuni og segði við hana: «Sí, tú ert ein ófrukt og fæ...
Einaferð, tá ið Samson var farin oman í Timna, sá hann har eina av døtrum Filista. Hann fór tá heim aftur og segði faðir sínum og móður síni frá hesum og mælti: «Eg havi sæð gentu í Timna, eina av døtrum Filista; hana skulu tit fáa mær til konu!» Faðir og móðir hansara svaraðu: «Er nú eingin genta millum døtur frænda t...
Nakað eftir hetta, í hveitiskurðartíðini, fór Samson at vitja konu sína og hevði geitarlamb við sær. Og hann segði við faðir hennara: «Loyv mær at fara inn í skemmuna hjá konu míni!» Men hann loyvdi honum tað ikki. Og faðir hennara segði: «Eg hugsaði fyri vist, at tú als einki legði í hana; tí gav eg hana brúðarsveini ...
Eina ferð kom Samson til Gaza; har sá hann skøkju og fór inn til hennara. Men tá ið Gazabúgvar frættu, at Samson var farin inn hagar, fóru teir og løgdu seg á loynum eftir honum við borgarliðið; har hildu teir seg kvirrar alla náttina og ætlaðu at drepa hann, tá ið tað tók at lýsa fyri degi. Men Samson svav út á hálva ...
Maður búði í Efraims fjøllum nevndur Mika at navni. Hann segði við móður sína: «Hinir eitt túsund og eitt hundrað siklarnir í silvuri, sum vórðu tiknir frá tær, og hvørja vegna tú baðst ilt, meðan eg sjálvur lýddi á, sí, teir eru hjá mær; tað var eg, sum tók teir.» Tá mælti móðir hans: «Harrin signi teg, sonur mín!» Sí...
Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael, og á teimum døgum leitaðu Dánitar eftir arvaluti at búgva í; tí at inntil tá høvdu teir ongan lutin fingið millum ættir Ísraels. Dánitar valdu tá úr ættarfólki sínum fimm reystar menn frá Zóreu og Esjtaol og sendu teir til at kanna landið og rannsaka tað. Og teir søgdu við tei...
Á teimum døgum, tá ið eingin kongur var í Ísrael, vildi so til, at maður búði í útisetri dygst inni í Efraims fjøllum; hesin maður var Leviti; og hann fekk sær hjákonu úr Betlehem í Júda. Men hjákona hansara sveik hann og rýmdi frá honum heim aftur í hús faðirs síns til Betlehem í Júda. Tá ið hon hevði verið har einar ...
Tá hildu allir Ísraelsmenn avstað, og allur savnaðurin kom saman frá Dán til Beersjebu og úr Gileads landi frammi fyri Harranum í Mizpa. Og allir høvdingar fólksins av øllum ættum Ísraels gingu fram, har ið fólk Guðs var komið saman fýra hundrað túsund herbúnir menn av gonguherfólki. Benjaminitar frættu nú, at Ísraelsm...
Ísraelsmenn høvdu svorið tann eið í Mizpa: «Eingin okkara má gifta nøkrum Benjaminita dóttur sína!» Tá ið nú fólkið var komið aftur til Betel, dvaldust teir har stórgrátandi fyri ásjón Harrans alt til kvølds og søgdu: «Harri, Guð Ísraels! Hví hevur hetta hent í Ísrael, at ein av Ísraels ættum í dag skal vanta í?» Snimm...
Einaferð á døgum dómaranna – tá ið hungur og hall var í landinum – rýmdi maður úr Betlehem í Júda til tess at búgva í útisetri í Móab landi; við honum var kona hans og tveir synir. Maðurin æt Elimelek, kona hansara Nóomi og synirnir Maklon og Kiljon – Efraititar úr Betlehem í Júda. Tey komu nú til Móab lands og dvaldu ...
Maður Nóomi átti har frænda, ríkan mann av ætt Elimeleks, Bóaz nevndur at navni. Rut, hin móabitiska, segði nú við Nóomi: «Eg fari út á elmuna at henta øks aftan á einhvønn, ið mær unnast.» Og hon svaraði henni: «Far tú, dóttir mín!» Hon fór tá út á elmuna at henta øks aftan á akurskurðarmenninar; men tað vildi so til,...
Nóomi, vermóðir hennara, segði nú við hana: «Dóttir mín, skal eg ikki royna at fáa tær heim, so at tær fer at vignast væl? Sí, Bóaz, skyldmaður okkara, hvørs tænastugentum tú hevur verið saman við, fæst í nátt við at bera korn inn á treskivøllin. Tváa tær nú og salva teg, lat teg í og far oman at treskivøllinum; men la...
Bóaz fór nú niðan í borgarliðið og settist har. Tá bar so á, at loysnarmaðurin kom framvið, sum Bóaz hevði talað um; og hann kallaði á hann: «Kom tú og set teg her!» Hann fór tá og setti seg har. Tá tók hann tíggju av teimum elstu í bygdini og segði: «Setið tykkum her!» Og teir settust niður. Síðan segði hann við loysn...
Maður er nevndur Elkana, ættaður úr Rámatáim, ein Zufiti frá Efraims fjøllum; hann var sonur Jeróhams Elihusonar, Tóhusonar, Zufssonar Efraimita. Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna og hin Peninna. Peninna átti børn, men Hanna var barnleys. Hesin maður fór á hvørjum ári úr bygd síni til Silo at halda bøn og ofra til ...
Og Hanna helt bøn og mælti: «Hjarta mítt fegnast í Harranum. Hátt er horn mítt hevjað av Guði mínum. Opin er muður mín móti fíggindum mínum, tí at eg gleðist um frelsu tína. Eingin er heilagur sum Harrin; tí at eingin er til uttan hann; og eingin klettur sum Guð okkara. Verið ikki hástór í talu tykkara, dramblæti komi ...
Og hin ungi Sámuel hevði nú tænastu fyri Harranum undir umsjón Eli. Men orð Harrans var forkunnugt á teimum døgum og sjónir ikki tíðar. Tá bar so á ein dagin, meðan Eli lá á sínum vanliga staði – men eygu hansara vóru farin at daprast, so at hann sá ikki. Og tað var enn ikki sloknað á Guðs lampu; og Sámuel lá í templi ...
Og orð Sámuels komu út um allan Ísrael. Men á teimum døgum tóku Filistar at fylkjast til bardaga móti Ísrael. Og Ísrael fór út í hernað ímóti Filistum og setti herbúðir sínar við Ebenezer, meðan Filistar settu sínar herbúðir í Áfek. Og Filistar fylktu liði sínum móti Ísraelsmonnum, og orrustan varð hørð; men Ísraelsmen...
Men Filistar høvdu tikið Guðs ørk og flutt hana frá Ebenezer til Ásdod. Og Filistar tóku Guðs ørk og fluttu hana inn í hús Dágons og settu hana undir liðina á Dágoni. Og Ásdodsverjar fóru snimma upp morgunin eftir; men, sí, tá lá Dágon fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk Harrans; teir tóku tá Dágon og settu h...
Frá tí degi, ørkin var komin til Kirjat-Jearim, leið long tíð – samfeld tjúgu ár liðu – tá tók alt Ísraels hús aftur at stunda á Harran. Og Sámuel segði við alt Ísraels hús: «Um tit av øllum hjarta vilja venda tykkum til Harrans, tá rekið burtur hinar fremmandu gudar tykkara og Ástarturnar og snúgvið hugi tykkara til H...
Í Benjamin var maður, Kisj nevndur at navni; hann var sonur Ábiels Zerorssonar Bekoratssonar Áfiahsonar, sonur einhvørs Benjaminita, eyðugur maður. Hann átti son, ið nevndist Sául, frægan og fríðan; eingin maður í Ísrael var fríðari enn hann; og hann bar høvur yvir allar. Nú vóru einaferð nakrar øsnur hjá Kisj, faðir S...
Tá tók Sámuel oljukrukku og helti út yvir høvur hansara og kysti hann og mælti: «Nú hevur Harrin salvað teg til høvdinga yvir fólki sínum Ísrael; tú skalt ráða yvir fólki Harrans og bjarga teimum úr hondum fígginda teirra. Og hetta man vera tær tekinið, at Harrin hevur salvað teg til høvdinga yvir arvi sínum: Tá ið tú ...
Tá segði Sámuel við allan Ísrael: «Sí, eg havi lagað meg eftir tykkum í øllum, sum tit hava biðið meg um, og eg havi sett kong yvir tykkum. Og sí, nú gongur kongur tykkara millum; og eg eri vorðin gamal og gráur; men synir mínir eru hjá tykkum. Og eg havi ferðast tykkara millum frá barnaárum og alt at hesum degi. Her s...
Sául var ... ára gamal, tá ið hann varð kongur, og tey ár, sum hann ríkti yvir Ísrael, vóru .... Sául kjósaði sær trý túsund mans úr Ísrael; tvey túsund vóru hjá Sáuli í Mikmas og á Betels fjøllum, og eitt túsund var hjá Jónatani í Gibeu í Benjamins landi; tað, ið eftir var av herfólkinum, sendi hann heim aftur. Tá dra...
Nú bar so á ein dagin, at Jónatan, sonur Sáuls, segði við vápnasvein sín: «Kom tú, vit skulu fara yvir at varðliði Filista, sum er hinumegin!» Men faðir sínum segði hann einki um hetta. Sául sat tá uttanvert við Geba undir granateplatrænum við treskivøllin, og liðið, sum hann hevði hjá sær, var um seks hundrað mans. Áh...
Sámuel segði við Sául: «Harrin sendi meg at salva teg til kong yvir Ísrael, fólki hansara; lýð tí boðorðum Harrans! So sigur Harri herliðanna: Eg vil hevna aftur á Ámalek tað illa, sum hann gjørdi móti Ísrael, tá ið hann tálmaði teimum ferðina úr Egyptalandi. Far nú og herja á Ámalek og víg hann og alt hansara deyðanum...
Filistar drógu nú aftur lið saman til orrustu og savnaðust í Sóko, sum er í Júda; og teir settu herbúðir sínar við Efes-Dammim ímillum Sóko og Ázeka. Og eisini Sául og Ísraelsmenn savnaðust saman og settu herbúðir sínar í Eikidalinum og búðust til bardaga móti Filistum. Filistar stóðu á fjallinum øðrumegin, og Ísraelsm...
Tá ið Dávid hevði endað samrøðu sína við Sául, legði Jónatan mikla ást við hann; og Jónatan elskaði Dávid eins og sjálvan seg. Og Sául tók hann til sín henda sama dag og loyvdi honum ikki at fara heim aftur til faðirs síns. Jónatan gjørdi fostbrøðralag við Dávid, av tí at hann unti honum eins og sjálvum sær. Og hann læ...
Sául talaði tá við Jónatan, son sín, og allar tænarar sínar um at taka Dávid av lívi; men Jónatan, sonur Sáuls, hevði miklan tokka til Dávid. Tí segði hann Dávidi frá hesum og mælti: «Sául, faðir mín, ætlar at taka teg av lívi; vara teg nú fyri honum í morgin ári, finn tær skjól og krógva teg væl. Men eg ætli mær út og...
Men Dávid flýddi úr Nájot í Ráma og kom til Jónatans og mælti: «Hvat havi eg gjørt, og hvat er misgerð mín, og í hvørjum havi eg syndað móti faðir tínum, at hann liggur mær eftir lívinum?» Men hann svaraði honum: «Tað verður av ongum! Tú skalt ikki láta lív; sí, faðir mín ger jú einki hvørki stórt ella smátt uttan at s...
Dávid fór nú haðan og komst undan í Ádullam-hellið; og tá ið brøður hansara og alt hús faðirs hansara frættu tað, komu teir hagar oman til hansara. Og allir neyðstaddir menn og allir, sum vóru í skuld, og allir beisklyndir menn tyrptust um hann; og hann var høvdingi teirra; tað vóru okkurt um fýra hundrað mans, ið bund...
Dávid fekk nú tey tíðindi, at Filistar kringsettu Ke'ilu, og at teir rændu treskivøllirnar. Tá spurdi Dávid Harran og mælti: «Eigi eg at fara at berjast móti hesum Filistum?» Og Harrin svaraði: «Far og jarðlegg teir og frels Ke'ilu!» Men menn Dávids søgdu við hann: «Sum er, liva vit í ótta; hvussu kunnu vit tá fara til...
Dávid rýmdi haðan og hølaðist í fjallavirkjunum í En-Geddi. Men tá ið Sául kom aftur av herferð móti Filistum, fekk hann hesi tíðindi: «Sí, Dávid er í En-Geddi oyðimørk.» Tá tók Sául trý túsund mans av valaliði úr øllum Ísrael og legði út at leita eftir Dávidi og monnum hansara eysturi í Steingeitahomrum. Og hann kom f...
Tá ið Sámuel var deyður, savnaðist allur Ísrael og syrgdi hann; og teir jarðaðu hann í húsi hansara í Ráma. Síðan fór Dávid oman í Máonoyðimørk. Men í Máon var maður, ið hevði búgv sítt á Karmel; hann var ógvuliga ríkur og átti trý túsund seyðir og túsund geitir. Um tað leitið var hann á várfjalli á Karmel. Hesin maður...
Men Dávid hugsaði við sjálvum sær: «Einhvønn dag verði eg at lúta fyri Sáuli; tí er ikki annað til ráða at taka enn at bjarga sær inn í Filistaland; tá gevst Sául at elta meg um alt Ísraels land, og eg komist tá undan honum.» Síðan búðist Dávid til ferðar og fór við seks hundrað monnum yvir at gista Ákisj Máoksson, kon...
Um tað leitið savnaðu Filistar aftur her sín til bardaga móti Ísrael. Og Ákisj mælti við Dávid: «Vita skalt tú, at bæði tú og menn tínir verða at fara við mær í hernaðin.» Dávid svaraði Ákisji: «Tá skalt tú fáa at síggja, hvat tænari tín kann útinna!» Og Ákisj mælti við Dávid: «Ja, ja! So seti eg teg at gæta lívi mínum...
Filistar drógu nú saman alt lið sítt í Áfek, meðan Ísraelsmenn settu herbúðir sínar við kelduna í Jizreel. Høvdingar Filista gingu nú fram í hundraðflokkum og túsundflokkum; men Dávid og menn hansara komu síðstir saman við Ákisji. Tá mæltu høvdingar Filista: «Hví eru hesir Hebrear við?» Ákisj svaraði: «Hetta er jú Dávi...
Tá ið Dávid og menn hansara á triðja degi komu aftur til Ziklag, høvdu Ámalekitar herjað á suðurlandið og Ziklag, og teir høvdu vunnið Ziklag og brent hana av. Konurnar høvdu teir hertikið og alt, sum har var, bæði smátt og stórt; ongan høvdu teir dripið, men teir høvdu tikið tey við sær og vóru síðan farnir leiðir sín...
Filistar løgdu nú til orrustu við Ísrael; og Ísraelsmenn flýddu fyri Filistum, og mangir lógu vignir á Gilboa fjalli. Og Filistar eltu Sául og synir hans og feldu Jónatan, Ábinadab og Malkisjúa, synir Sáuls. Orrustan dundi nú kring um Sául; og tá ið ørvagarparnir raktu við hann, varð hann ógvuliga ræddur fyri teimum. T...
Tá ið Dávid eftir deyða Sáuls var afturkomin av herferðini móti Ámalekitum og hevði verið tveir dagar heima í Ziklag, kom á triðja degi maður úr herliði Sáuls; klæði hansara vóru skrædd, og hann hevði mold á høvdinum; og tá ið hann kom til Dávids, fell hann til jarðar og lútaði honum. Dávid spurdi hann: «Hvaðan kemur t...
Eftir hetta leitaði Dávid ráð við Harran og spurdi: «Eigi eg at fara niðan í einahvørja av borgunum í Júda?» Harrin svaraði honum: «Far niðan.» Og Dávid spurdi uppaftur: «Í hvørja skal eg fara?» Harrin svaraði: «Niðan í Hebron.» Dávid fór nú niðan hagar og við honum báðar konur hansara, Áhinoam frá Jizreel og Ábigáil, ...
Tá Ísjbosjet Sáulsson frætti, at Ábner var deyður í Hebron, bilaði honum hugur og hjarta, og ótti kom á allan Ísrael. Ísjbosjet hevði tveir hirðmenn, ið vóru oddamenn fyri ránsliðum; annar teirra æt Báana og hin Rekab, synir Rimmons úr Beerot í Benjamin; tí at eisini Beerot taldist upp í Benjamin. Men Beerotbúgvar vóru...
Og Dávid savnaði aftur øll úrvalslið Ísraels, tríati túsund mans. Síðan legði Dávid avstað við øllum liði sínum og helt ferðini til Báal í Júda til tess at flyta haðan ørk Guðs, ið ber navn Harra herliðanna, hansara, ið situr á kerúbum. Og teir settu ørk Guðs upp á nýggjan vagn og koyrdu hana út úr húsi Ábinadabs á Hey...
Ein dagin, sum kongur sat í húsi sínum, eftir tað at Harrin hevði veitt honum frið fyri øllum fíggindum hansara har um leið, segði hann við Nátan profet: «Sí, eg búgvi í húsi av sedrisviði, meðan ørk Guðs stendur undir tjalddúkum!» Nátan svaraði kongi: «Ger bert alt, sum tú hevur í hyggju, tí at Harrin er við tær.» Men...
Eftir hetta vann Dávid sigur á Filistum og kúgaði teir, og Dávid tók teymar høvuðsstaðarins úr hondum Filista. Somuleiðis vann hann sigur á Móabitum og máldi teir við reipi á tann hátt, at hann læt teir leggja seg á vøllin og máldi tvær reipslongdir til at týna lívið og eina til at vera á lívi. Soleiðis vórðu Móabitar ...
Dávid mælti: «Man nakar vera eftir av ætt Sáuls? Honum vil eg miskunna fyri Jónatans sakir.» Av húsi Sáuls var trælur eftir, ið æt Ziba; hann varð kallaður á fund Dávids; og tá kongur spurdi hann, um hann var Ziba, svaraði hann: «Ja, trælur tín er tað.» Og kongur mælti: «Er nakar eftir av ætt Sáuls? Eg vil fegin sýna h...
Stutt eftir hetta bar so á, at kongurin av Ammon doyði, og Hánun, sonur hansara, varð kongur eftir hann. Tá hugsaði Dávid: «Eg vil sýna Hánuni Náhasjsyni góðvild, eins og faðir hansara sýndi mær góðvild.» Og Dávid sendi tænarar sínar til at ugga hann eftir lívlát faðirs hans. Og tá ið tænarar Dávids komu í land Ammonit...
Árið eftir, um tað leitið, tá ið kongar eru vanir at fara í hernað, sendi Dávid Jóab út við monnum sínum og øllum Ísrael til tess at herja á Ammonitar. Og teir kringsettu Rabba; men Dávid sat heima í Jerúsalem. Tá bar so á eitt kvøldið, sum Dávid var farin av legu síni og gekk og spákaði uppi á takinum á kongshøllini, ...
Tá sendi Harrin Nátan til Dávids, og tá ið hann kom til hansara, segði hann við hann: «Tveir menn búðu í somu bygd; annar var ríkur og hin fátækur. Hin ríki átti nógv bæði av smalum og stórdýrum. Men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið gimburlamb, sum hann hevði keypt og alt upp; tað vaks upp saman við børnum hansar...
Nú er at siga frá, at Absalon, sonur Dávids, átti vakra systur, Támar nevnda at navni; henni fekk nú Amnon, sonur Dávids, hug á. Og Amnon tráaði so eftir Támar systur síni, at hann varð sjúkur; tí at hon var moyggj, og Amnon sá sær einki høvi til at fáa vilja sín við henni. Men Amnon átti vin, ið æt Jónadab, sonur Sjim...
Og tá ið Jóab Zerujuson sá, at hugur kongs enn stóð til Absalons, sendi hann boð til Tekoa eftir vitugari konu og segði við hana: «Nú skalt tú látast at hava sorg, far í sorgarbúnað og úthell ikki olju í høvur títt, men ver eins og kona, ið leingi hevur syrgt ein deyðan. Far síðan fyri kong og sig við hann soleiðis» – ...
Eftir hetta fekk Absalon sær vagn og ross og fimmti mans, ið runnu framman fyri honum. Og á morgni snimma var hann vanur at standa við vegin upp við borgarliðinum; og hvørja ferð maður leitaði á fund kongs til tess at biðja hann fremja mál sítt við dómi, rópaði Absalon á hann og segði: «Hvørji borg ert tú úr?» Og svara...
Ákitofel segði nú við Absalon: «Lat meg velja út tólv túsund mans at halda aftan á Dávid beinanvegin í nátt og ráðast á hann, meðan hann er móður og hugbrotin; eg skal loypa ekka á hann, so liðið alt fer frá honum, tá fái eg dripið kong einsamallan. Síðan man eg flyta tær alt fólkið aftur, eins og brúður verður leidd f...
Dávid kannaði nú lið sítt og skipaði høvdingar, summar yvir túsund monnum og summar yvir hundrað monnum. Og Dávid skipaði liðið sundur í tríggjar bólkar; ein triðingin setti hann Jóab á odda fyri, annan Ábisjai Zerujuson, bróður Jóabs, og fyri hin triðja Ittai úr Gát. Og kongur mælti við liðið: «Eg vil sjálvur fara við...
Jóab frætti nú, at Dávid græt og harmaði Absalon, og sigursgleðin var tann dagin vorðin sorg hjá øllum herinum, tí at fólkið hevði tann dagin fingið at vita, at kongur sáran syrgdi son sín. Tann dagin smeyg fólkið sær smoykið inn aftur í borgina, eins og menn ið hava seg burtur av skomm, tá ið teir eru flýddir úr orrus...
Nú var staddur har Benjaminitin Sjeba Bikrison, eitt bølmenni. Hann læt blása í lúður og mælti: «Vit eiga ongan lut í Dávidi og onga arvagrein í Ísaisyni; fari Ísrael hvør heim í síni tjøld.» Tá rýmdu allir Ísraelsmenn frá Dávidi og bundu felag við Sjeba Bikrison; men Júdamenn fylktu seg um kong sín og fylgdu honum frá...
Og Dávid flutti Harranum hetta ljóð, ta ferðina Harrin bjargaði honum úr hondunum á øllum fíggindum hans og úr hondum Sáuls. Hann mælti: «Harrin er klettur mín og virki, hann ið bjargar mær; Guð er helli mítt, har ið eg fái lívd, skjøldur mín og mítt frelsuhorn, háborg mín og høli, frelsari mín, ið bjargar mær frá yvir...
Hesi eru síðstu orð Dávids: Svá mælir Dávid Ísaison, svá mælir maðurin, ið hátt er settur, hin salvaði Jákups Guðs, hetjan í Ísraels kvæðum: Andi Harrans talaði í mær, orð hans vóru mær á tungu løgd; Jákups Guð talaði við meg, klettur Ísraels mælti: «Hann, ið ræður fyri monnum í rættlæti og stjórnar í gudsótta, hann lj...
Men bræði Harrans tók aftur at brenna móti Ísrael; og hann eggjaði Dávidi upp ímóti teimum, við tað at hann beyð honum at fara og telja Ísrael og Júda. Og kongur mælti við Jóab og herhøvdingar sínar: «Farið um øll ættarkyn Ísraels, frá Dán til Beersjebu og teljið fólkið, so at eg fái at vita talið á tí.» Jóab svaraði k...
Dávid kongur var nú gamal og hevði nógv ár á baki; og tó at hann varð ballaður inn í klæði, fekst hann ikki at orna. Tá søgdu tænarar hansara við hann: «Kongi, harra mínum, eigur at verða fingin til handa einhvør ung moyggj, ið kann tæna kongi og hugla um hann; tá ið hon svevur við barm tín, man kongur, harri mín, fara...
Tá ið deyðadagur Dávids nærkaðist, legði hann Sálomoni, syni sínum ríkan við og segði: «Eg fari nú ta leið, sum alt her á fold má fara; men ver nú hugdjarvur og lat tað síggjast, at tú ert maður! Og gæta tað, ið Harrin, Guð tín, býður, so at tú gongur á vegi hans og varðveitir lógir hans, boðorð, fyriskipanir og vitnis...
Tá ið Sálomon hevði fingið fastar tøkur á kongsvaldinum, bant hann mágskap við Fárao, kong í Egyptalandi, við at giftast við dóttur hansara, og hann flutti hana niðan í Dávidsborgina, til hann var liðugur at byggja hús sítt og hús Harrans og borgargarðin kring um Jerúsalem. Men fólkið ofraði enn á offurheyggjunum; tí a...
Sálomon var nú kongur yvir øllum Ísrael. Hesir vóru hægstu embætismenn hansara: Ázarja Zádoksson var prestur. Elihóref og Áhija Sjisjasynir vóru skrivarar; Jósjafat Áhiludsson var frásagnarmeistari. Benaja Jójadason var herhøvdingi, Zádok og Ebjatar vóru prestar. Ázarja Nátansson var høvuðsfúti, og Zábud Nátansson var ...
Tá ið Hiram, kongur í Týrus, frætti, at Sálomon var salvaður til kong í stað faðirs síns, sendi hann tænarar sínar á fund Sálomons; tí Hiram hevði allar dagar verið góður vinur við Dávid. Sálomon sendi Hirami hetta svar: «Tú veitst um Dávid, faðir mín, at hann fekk ikki reist navni Harrans, Guðs síns, hús fyri øllum tí...
Tá ið fýra hundrað og áttati ár vóru umliðin frá burturferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi, í ziv mánaði, tað er í øðrum mánaði, tá ið Sálomon hevði verið kongur í fýra ár, fór hann undir at byggja Harranum templið. Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt...
Kongshøll sína bygdi Sálomon í trettan ár, áðrenn hann fekk hana alla lidna. Og hann bygdi Libanonsskógarhúsið, ið var hundrað alnir langt, fimmti alnir breitt og tríati alnir hátt, á trimum røðum av sedrissúlum vóru bjálkar úr sedrisviði. Tað var takt við sedrisviði uppi yvir hølunum, ið hvíldu á fjøruti og fimm sedri...
Tá læt Sálomon savna til sín í Jerúsalem Ísraels elstu, høvuðsmenn ættargreinanna og ættarhøvdingar Ísraelsmanna, til tess at flyta sáttmálaørk Harrans niðan úr Dávidsborgini, tað er Zion. Og allir Ísraelsmenn savnaðust saman hjá Sálomoni kongi á hátíðini í etanim mánaði, tað er mánaðurin sjeyndi. Hagar komu allir Ísra...
Tá ið Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans og kongshøllina og alt tað, sum honum hugaði at gera, birtist Harrin á øðrum sinni fyri honum, eins og hann birtist fyri honum í Gibeon; og Harrin segði við hann: «Eg havi hoyrt bøn og bønligu ákallan tína, ið tú hevur borið fram fyri ásjón mína; eg vil halga hetta húsið,...
Tá ið drotningin av Sába hoyrdi orðrómin um Sálomon, kom hon at royna hann við gátum. Hon kom til Jerúsalem við ovurmiklum viðføri, við kamelum knossandi undir burðum av balsamurtum og nógvum gulli og dýrum steinum; og hon kom til Sálomons og talaði við hann um alt, sum henni í brósti búði. Men Sálomon svaraði øllum sp...
Umframt dóttur Fárao elskaði Sálomon kongur nógvar útlendskar konur, móabitiskar, ammonitiskar, edómitiskar, zidonitiskar og hetitiskar, konur av tjóðum, ið Harrin hevði talað um við Ísraelsbørn: «Komið ikki saman við teimum og latið tey ikki koma til tykkara; tí vissuliga munnu tey snúgva hjørtum tykkara at gudum sínu...
Tá ið Jeróboam Nebatsson, ið enn var í Egyptalandi, hagar sum hann var flýddur undan Sálomoni kongi, frætti, at Sálomon var deyður, snúðist hann heim aftur úr Egyptalandi. Men Rehábeam var farin til Sikem, tí hagar var allur Ísrael komin saman til tess at gera hann til kong. Og fólkið segði við Rehábeam: «Faðir tín leg...
Og sí, beint sum Jeróboam gekk fyri altarið til tess at bera fram roykilsisoffur, kom einhvør Guðsmaður úr Júda til Betel eftir boði Harrans og rópaði móti altarinum eftir boði Harrans og mælti: «Altar, altar! So sigur Harrin: Sonur skal føðast í húsi Dávids, Jósia at navni; hann skal á tær ofra offurheyggjaprestar, su...
Á átjanda ríkisári Jeróboams Nebátssonar, varð Ábia kongur í Júda. Í trý ár var hann kongur í Jerúsalem. Móðir hansara æt Máaka, dóttir Absalons. Hann fylgdi faðir sínum í øllum teimum syndum, ið hann hevði gjørt undan honum; og ikki tænti hann Harranum, Guði sínum, av heilum huga, eins og Dávid, forfaðir hansara, hevð...
Men orð Harrans um Básja kom til Jehu Hánanisonar soljóðandi: «Eg hevjaði teg upp úr dustinum og skipaði teg høvdinga yvir fólki mínum Ísrael, men tú hevur stigið í fótaspor Jeróboams og tølað Ísrael til at synda, so at teir hava vakt vreiði mína við syndum sínum; tí skal eg sópa burtur Básja og ætt hansara og fara við...
Tá mælti Elia Tisjbiti úr Tisjbe í Gilead við Ákab: «So satt sum Harrin, Ísraels Guð, livir, fyri hvørs ásjón eg standi, skal í hesum árum hvørki drúpa regn ella døgg uttan eftir mínum boði!» Síðan kom orð Harrans til hansara soljóðandi: «Far tær hiðan eystur um Jórdan og krógva teg har við ánna Krit. Tú skalt drekka ú...
So leið tíðin, og á triðja ári kom orð Harrans til Elia soljóðandi: «Far og lat Ákab síggja teg. Eg ætli at lata tað regna aftur á jørðina.» Tá fór Elia til tess at lata Ákab síggja seg. Men hungursneyðin var mikil í Sámáriu. Ákab sendi tí boð eftir Óbadja drottseta. Óbadja var maður, ið óttaðist Harran mikið. Ta ferði...
Ákab segði nú Jesabel frá øllum tí, sum Elia hevði gjørt, og hvussu hann hevði dripið allar profetarnar við svørði. Tá sendi Jesabel ørindrekar á fund við Elia og læt siga: «Gudarnir geri bæði hetta og hatta við meg, um eg ikki í morgin um hetta mundið fari við lívi tínum eins og farið hevur verið við lívi hvørs teirra...
Benhádad, kongur av Áram, savnaði allan her sín; og tríati og tveir kongar fylgdu honum við hestum og hervagnum; og hann fór niðan og kringsetti Sámáriu og gjørdi álop á hana. Hann sendi tá ørindrekar inn í borgina til Ákabs Ísraelskongs og læt siga við hann: «So sigur Benhádad: Silvur títt og gull er mítt; og hinar fa...
Nú bar so á, at Nábot Jizreeliti átti víngarð í Jizreel tætt við húsið hjá Ákabi kongi í Sámáriu. Og Ákab bar upp á mál við Nábot og segði: «Lat meg fáa víngarð tín; eg má hava hann sum urtagarð, tí at hann liggur tætt við hús mítt; afturfyri skal eg geva tær betri víngarð ella gjalda tær fult virði í silvuri, um tú vi...
Nú hildu teir seg kvirrar trý ár, og eingin ófriður var millum Áramita og Ísraelita. Men í triðja ári fór Jósafat, kongur í Júda, oman til fundar við Ísraels kong. Tá mælti Ísraels kongur við menn sínar: «Vita tit ikki, at vit eiga Rámot í Gilead? Og kortini gera vit einki fyri at taka hana aftur frá kongi Áramita!» Og...
Tá ið Ákab var deyður, breyt Móab seg undan Ísrael. Tað bar so á, at Áhazja datt út gjøgnum rimagluggan út av loftsali sínum í Sámáriu og meiddi seg. Hann sendi tá ørindrekar og segði við teir: «Farið og leitið ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron, um eg verði frískur aftur av hesi sjúku.» Men eingil Harrans segði við Eli...
Jóram, sonur Ákabs, varð kongur í Sámáriu yvir Ísrael á átjanda ríkisári Jósafats kongs í Júda; og hann sat sum kongur í tólv ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, tó ikki eins og faðir og móðir hansara, tí at hann tók burtur tær steinsúlur, ið faðir hansara hevði reist Báali. Men hann helt fast við tær syn...
Ein av konum profetasonanna rópaði eina ferð á Elisa og mælti: «Trælur tín, maður mín, er deyður; og tú veitst, at trælur tín var gudrøkin maður, men nú er lángevi hans komin og krevur báðar synir hansara sum trælir!» Elisa segði við hana: «Hvat skal eg gera fyri teg? Sig mær, hvat hevur tú í húsinum?» Hon svaraði: «Tr...
Náaman, herhøvdingi hjá kongi Áramita, var í miklum metum hjá harra sínum og væl umtóktur, av tí at Harrin við honum hevði givið Áramitum sigur. Men maðurin var líktráur. Eina ferð, tá ið Áramitar høvdu verið á herferð í Ísraels landi, høvdu teir tikið unga gentu aftur við sær, ið var komin at tæna hjá konu Náamans. Ho...
Einaferð søgdu profetasynirnir við Elisa: «Sí, hetta høli, sum vit sita í framman fyri tær, er vorðið okkum ov trongt. Loyv okkum at fara oman at Jórdan og taka haðan hvør sín stokk og byggja okkum har høli at sita í!» Hann svaraði: «Ja, gerið so!» Tá mælti ein teirra: «Ger okkum tann beina at koma við tænarum tínum!» ...
Men Elisa segði: «Hoyrið orð Harrans! So sigur Harrin: Um hetta leitið í morgin skal ein sea av fínum mjøli kosta ein sikul í silvuri og tvær seur av byggi ein sikul í silvuri í borgarliði Sámáriu!» Hirðmaðurin, ið kongur styðjaði seg við, svaraði Guðsmanninum og segði: «Um Harrin setti gluggar á himmalin, man tó tílík...
Elisa segði við konuna, ið sonin átti, sum hann hevði givið lív aftur: «Rým burtur við øllum húski tínum og tak upp bústað tín onkustaðni í útisetri, tí at Harrin letur svølt koma yvir landið, sum skal vara í sjey ár!» Konan búði seg til og gjørdi, sum Guðsmaðurin hevði sagt; og hon fór avstað við húski sínum og dvaldi...
Men í Sámáriu vóru sjeyti synir Ákabs. Jehu skrivaði nú brøv til Sámáriu til borgarstjórarnar og teir elstu og til teirra, sum fostraðu kongssynirnar. Í brøvunum stóð: «Tá ið tit fáa hetta brævið, tit, sum hava hjá tykkum synir harra tykkara og ráða yvir vagnum og hestum, víggirdum borgum og hervápnum, tá veljið tykkum...
Men tá ið Átalja, móðir Áhazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, fór hon undir at týna alla kongsættina. Men Jósjeba, dóttir Jórams kongs, systir Áhazja, tók Jóas, son Áhazja, og fekk hann loyniliga burtur frá kongssonunum, ið drepast skuldu, og krógvaði hann og fostru hans í svøvnherberginum. Soleiðis fjaldi...
Á sjeynda ríkisári Jehu varð Jóas kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í fjøruti ár. Móðir hansara æt Zibja og var úr Beersjebu. Jóas gjørdi alla ævi sína tað, sum rætt var í eygum Harrans, av tí at Jójada prestur hevði verið lærari hansara. Tó vórðu offurheyggjarnir ikki avtiknir; fólkið helt áfram at ofra slátu...
Á tjúgunda og triðja ríkisári Jóasar Áhazjasonar, Júda kongs, varð Jóahaz, sonur Jehu, kongur í Sámáriu yvir Ísrael; og hann sat sum kongur í seytjan ár. Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans og helt áfram í teim syndum, sum Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. Av teimum lætti hann ikki. Tá tendrað...
Á øðrum ríkisári Jóasar Jóahazsonar, Ísraels kongs, varð Ámazja Jóasson kongur í Júda. Hann var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í tjúgu og níggju ár. Móðir hans æt Jehóaddan og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, ið rætt var í eygum Harrans, tó ikki eins og Dávid, forfaðir hans...
Á tjúgunda og sjeynda ríkisári Jeróboams, Ísraels kongs, varð Ázarja, sonur Ámazja, kongur í Júda. Hann var sekstan ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í fimmti og tvey ár. Móðir hansara æt Jekolja og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, í øllum gjørdi hann eins og Á...
Á seytjanda ríkisári Peka Remaljasonar varð Ákaz Jótamsson kongur yvir Júda. Ákaz var tjúgu ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í sekstan ár. Hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum Harrans, Guðs síns, eins og Dávid, forfaðir hans, men steig í fótaspor Ísraels konga, ja, eisini son sín læt h...
Á tólvta ríkisári Ákazar, Júda kongs, varð Hósea Elason kongur yvir Ísrael, og hann ríkti í Sámáriu í níggju ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, tó ikki eins og teir Ísraels kongar, ið undan honum høvdu verið. Móti honum fór Salmanassar, Assýriu kongur, herferð, og Hósea gav seg undir hann og galt honum s...
Tá ið Hizkia hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, huldi seg við sekki og gekk inn í hús Harrans. Og hann sendi teir Eljakim drottseta og Sjebna skrivara og teir elstu av prestunum huldar við sekki á fund við Jesaja profet Ámozson til tess at siga við hann: «So sigur Hizkia: Hetta er dagur við trongdum, revsing og van...
Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur; tá kom Jesaja Ámozson profetur til hansara og segði við hann: «Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú skalt doyggja og ikki liva longur!» Tá snúði hann andliti sínum móti bróstinum og bað soleiðis til Harran: «Á, Harri, minst tó til, hvussu eg havi gingið fyri ásjón tíni í trúfes...